So fekk Johan Dahl aftur ilt í sína sambandssál

Áki Andreasen


Í grein í Sosialinum leggur Johan Dahl, tingmaður Sambandsfloksins aftur eftir føroyska flogfelagnum, í røttum "sambandsanda" ramsar hann upp hvat Atlantic Airways er sloppið undan at gjalda.
Hetta er sami illviljin móti Atlantic Airways sum eyðkennir Sambandsflokkin og talsmaðurin í herferðini mótvegis flogfelagnum er framvegis Johan Dahl.

Stjórin í Atlantic - og almennur stuðul.
Í greinini vísir tingmaðurin til sendingina fimmarin, sum viðgjørdi spurningin viðv. stuðul til rækjuvinnuna. Har var samrøða við Magna Arge, stjóra í Atlantic Airways. Men her hevur Johan Dahl fingið ilt í sína sambandssál og skrivar: "Tá ið farið var at tosað um almennan stuðul og at latað fara tað sum ikki kann bera seg, so haldi eg at tað var ikki sørt av mótsøgnum í at just Magni Arge, sum stjórnar Atlantsflogið skuldi viðgera hendan spurning"
Eg havi ilt við at síggja hví stjórin í Atlantsflog ikki kann gera viðmerkingar ella svara spurningum frá einum tíðindafólkið - men tingmaður sambandsfloksins grundgevur soleiðis: "Eg havi gjørt var við fyrr at Atlantic Airways - uttan samanbering - er tað almenna partafelag sum verður mest stuðla við almennum pengum"
Johan Dahl so líkt so tekur hann ikki alt við - hann "gloymir" so hjartaliga at siga hvørjar treytir ein settur stjóri hjá Atlantic arbeiðir undir, somuleiðis "gloymir" hann at siga at stjórin í Atlantic ikki hevur verið avvísandi tá talan hevur verið um møguligar broytingar í flogferðsluni.
Hetta eru bert hálvt sum Johan Dahl leggur fyri dagin og ber týðuligt bráð av at hann vil sleppa at lufta sín illvilja mótvegis føroyska flogfelagnum, og nú beyðst so høvi.
Men eftir stendur framvegis spurningurin - hví kann stjórin í Atlantic ella persónurin Magni Arge ikki svara einum spurningi viðv. stuðli til vinnuna....??

Johan Dahl og vinnulívið
Tá so tingmaður Sambandsfloksins er so íðin eftir at seta treytir fyri hvat hvør kann úttala seg um, hví skal Johan Dahl so ganga fremst og tosað um vinnulív í Suðri t.d.....man hann vera nøkur fyrimynd fyri framtíðar vinnulívsmenn í Suðuroynni?? - stjórin í Atlantic kann ikki tosað um almennan stuðul... tí Atlantic hongur saman av stuðli...sigur Johan Dahl. So skuldi hann eisini lagt treytir á seg sjálvan!! Men tað kemur sjálvandi ikki uppá tal.
Tað kann av og á virka eitt sindur øvugt tá treytir skulu leggjast á nøkur fólk og so ikki á onnur, men tað er helst soleiðis Johan Dahl metir tað eigur at vera.

Sambandssálin er í neyð
Nei tað skínur ígjøgnum at sambandstingmaðurin enn einaferð nýtir høvi at leggja eftir Atlantic Airways. Men tað undrar ikki kortini, tað er góður sambandspolitikkur at skuldseta og finnast at tí føroysku loysnini. Tað verið seg á flogferðsluøkinum, skúlaøkinum, vinnuøkinum, heilsuøkinum og soleiðis kundi eg hildið áfram.
Eg skilji ikki hvat tað er so er so átrokandi at finnast at og niðurgerað, bert tað er føroyskt frá A til Z. Helst er tað tí at sambandssálin er í neyð; sambandsvøllurin er við at skortna - so skulu atfinningarnar sleingjast út til høgru og vinstru, tað má vera ilt hjá einum sambandsmanni sum Johan Dahl at síggja hvussu gott tað gongur hjá føroyska flogfelagnum - tað var ikki tað Sambandsflokkurin spáddi um okkara flogfelag í sínari tíð, men skuldi spádómarnir hjá Sambands-flokkinum gingið út so búðu vit als ikki í Føroyum - so einfalt er tað.