So fekk ÍF mótstøðu

Eftir 21 vunnin sett á rað fingu fuglfirðingar ein hvøkk leygardagin, og tó at teir vunnu dystin á Fram, so kann avrikið hjá havnarmonnunum geva hinum liðunum orsøk til eitt sindur av optimismu

Mansflogbóltur

Í seinasta dystinum í grundspælinum fekk ÍF loksins mótstøðu.
At teir als ikki hava fingið nakra mótstøðu undanfarnu sjey umførini, er kanska at taka dekan ov rívan til. Men í øllum førum hevur hon ongan tíð verið somikið treisk og hørð sum tann, ið Fram gav teimum leygardagin.
Fuglfirðingar vóru annars nakað skerdir undan dystinum, tí ein av avgjørt sterkastu leikarunum, Rúni Weihe, sat uttan fyri við skaða. Rúni hevur sum kunnugt áður spælt við Fram, og tað tóktist eisini so, at havnarmenninir veruliga vóru uppsettir at vísa, at teir eisini kundu standa seg sjálvir.
Frá fyrsta bóltinum royndu teir at leggja trýst á fuglfiriðingarnar, og eina løtu eydnaðist teimum eisini verluliga at senda oddaliðið eftir hæli. Fuglfirðingar fótaðu sær tó somikið væl, at teir fingu skapt spenning um fyrsta settið, sum Fram tó tók, men næstu ferð vóru fuglfirðingarnir so omaná.
Fram hevði tó ikki hug at geva seg. Teir vunnu triðja, men taptu fjórða sett, soleiðis at neyðugt gjørdist við avgerandi javnbrótaranum, men her var orkan uppi. Kanska eisini tí sálarliga barlastin hjá ÍF við sjey sigrum á rað hevur verið tað pettið betri enn hjá Fram. Í øllum førum vunnu teir hetta seinasta hampuliga trygt, og halda soleiðis fast um fulla stigatalið.

Mjølnir fær trúnna aftur
At Fram tapti viðførdi so eisini, at klaksvíkingar fingu møguleika at koma upp á næst fremsta plássið, og hetta hendi uttan stórvegis hóvasták. Fleyr var á vitjan, og her var ongan tíð nakar sum helst spenningur. Samanlagt vunnu havnarmenninir bert fatur á 35 bóltum, og tað sigur helst tað, sum sigast skal, um yvirvágina, sum Mjølnir hevði.
Eitt er, at tað hjá Mjølnir mundi kennast gott, at teir soleiðis skræddu seg leysar frá Fram. Annað - og ikki minni fløvandi ? mundi vera spennandi dysturin á Kambsdali. Hann vísti í øllum førum, at við rætta hugburðinum, so ber til at skala fuglfirðingarnar nakað, og hóast teir vónandi fáa Rúna inn aftur á liðið nakað skjótt, so er einki at ivast í, at hetta hevur skapt eitt lítið vet av spenningi aftur í kappinga, sum annars longu hevur tóktst avgjørd.