Eivør og Caroline Henderson fyltu stásiligu operahúsini í Keypmannahavn, tá tær mánakvøldið bjóðaðu innar til jazzkonsert. Konsertin, ið vardi tríggjar tímar, var ein stór tónlistarlig uppliving.
Tað var Copenhagen Jazzhouse, ið lánti Operahúsið hetta kvøldið, tí sum frásøgumaðurin segði, tá hann bjóðaði vælkomnum, summar konsertir krevja størri karmar. Hetta hevur hann rætt í, og torført er at ímynda sær stórslignari karmar enn júst operahúsið.
Gásarhold, ið heldur
Hóast Big Band tónleikur ofta kann vera eitt sindur easy listening kendur, so var tað ikki hetta, sum merkti konsertina í operahúsinum. Teir nógvu áskoðararnir vóru mettir og móðir, tá dyrnar til operahúsið lótu upp aftur.
Tvær av teimum heilt góðu sangarindunum í danska kongaríkinum høvdu staðið á pallinum, og aftan fyri seg høvdu tær hvør í sínum lagi tveir av bestu bólkunum innan fyri hvørt sítt økið í sama kongaríki, og so í slíkum kørmunum. Tá eg skrivi hetta 12 tímar eftir, at konsertin var av, er enn eitt sløð av gásarholdinum eftir. Tí hóast gásarholdið bert veruliga gjørdi um seg í einum lagi alt kvøldið, so var hetta so ógvusligt, at bara tankin um Nú brennur tú í mær gevur gásarhold um allan kroppin.
So vakurt
Húsini eru stórsligin, ein fullur salur og tríggjar hæddir av balkongum, í allar hava trý røð av setrum, eru tilsamans eitt hav av fólki, sjálvt roynda sangkvinnan Caroline Henderson, sum hevur spælt konsertir seinastu 20 árini, segði heilt spontant í mikrofonina Hold da op, hvor er her smukt, og tað var júst vakurleiki, sum eyðkendi hesa konsertupplivingina, vakur tónleikur og vakrar kvinnur í fantastiska vøkrum karmum. Ljósið var vakurt, serliga tann stóri ljósmyndaveggurin aftan fyri pallin og ja, áskoðararnir høvdu pyntað seg eitt lítið sindur meira enn vanligt og vóru eisini við til at gera upplivingina vakra.
Fólk gapaðu undrandi
Nógvir føroyingar vóru í operahúsinum hetta kvøldið, men sanniliga eisini nógvir danir og fleiri av hesum mundu vera komnir at hyggja at navnframu Caroline Henderson, ella Danmarks Radios Big Band og kendu tí ikki Eivør áðrenn. Eg hoyrdi parið, ið sat framman fyri meg, práta um hetta.Tey vóru komin, at hyggja eftir Caroline og vistu slettis ikki av, at nakað annað var á skránni. Tá Danmarks Radios Big Band og Eivør byrjaðu við besta lagnum á kvøldinum Nú brennur tú í mær gapaðu tey undrandi, hetta var so vilt so frumkent og so ógvusligt, at gásarholdið var næstan ov nógv av tí góða. Við hesið garrvillu byrjan brendi Eivør seg fæstan í minnið hjá øllum teimum, sum ikki kendu hana áður.
Vildu hoyra meira
Hóast konsertin ongantíð aftur kom á hæddina við byrjanina, so var talan um eina sera vakra og samstundis ógvusliga konsert, og at meta eftir stóru fløgusøluni aftan á konsertina, vóru nógv av teimum meira jomfrúuligu oyrunum áhugaði í at hoyra meira.
Eivør líktist í sínum grøna kjóla eini gandaveru av onkrum slag. Við síni sámisku trummu og gandakendu rørslum bergtók og trøllabant hon áhoyrararnar.