So fall heimaskansin

EB/Streymur misti fyri fyrstu ferð í ár stig á heimavølli.

Einasta málið við Margáir í dag kom eftir bara fýra minuttum, tá Bartal Eliasen setti brotsspark í netið.

Eftir hetta royndi EB/Streymur at leggja trýst á, og seinsta hálva tíman spældu teir í yvirtali, eftir at Jonn Thomsen hevði sæð reytt.

Talan gjørdist eisini um fleiri næskar atsóknir eftir hetta, men við einum stórspælandi Andras Gango í málinum eydnaðist fuglfirðingum at halda fast um leiðsluna.

Við sigrinum hevur ÍF nú 26 stig, ið eru fimm stig fleiri enn KÍ og B71, sum eru ájøvn kring niðurflytingarstrikuna við 21 stigum.

EB/Streymur er framvegis trygt á odda í deildini, men munurin niður til B36 er nú tódnaður niður í átta stig.