So fór VÍF í oddin

VÍF-Neistin 28-25 (16-15):
Í einum røttum mannfólkadysti var VÍF stinnari parturin, tá bæði oddaliðini í manshondbólti leiktu avgerandi dystin í grundspælinum

Hondbóltur ? menn

Tað var kanska ikki dysturin, sum skuldi avgera meistaraheitið, men í øllum førum var tað ársins dystur higartil, tá VÍF og Neistin hittust í Vestmanna mikukvøldið.
Í ár hava júst hesi bæði verið í serflokki bestu liðini í landinum. Fyrri dysturin millum liðni endaði við javnleiki, og tá grundspælið fram til hendan dystin hevði givið báðum sama málmun, fekk talan valla verið um javnari útgangsstøði.

Tungur týdningur
Fyrstu løtuna var eisini líkt til, at týdningurin av dystinum tóktist at nerva bæði liðini. Hóast hvørgin parturin var serliga sannførandi í verjuni, so tóktist tað heldur ikki soleiðis, at álopsspælið fekst í rættlag. Tvørtur ímóti var fyrsta løtan fjáltursstungin. Tolsemi var eitt ókent fyribrigdi, og heldur enn at lata bóltin koyra í álopspartinum, varð skotið í úrtíð og aloftast við tí úrsliti, at hvørgin málverjin hevði stórvegis trupulleikar av skotunum.
Nakað inni í dystinum fingu teir á heimaliðnum tó betri tamarhald á sær sjálvum, og har við eisini Neistanum. Samlaða liðavrikið var betri enn tað hjá Neistanum, sum í eina løtu bert hevði skotini frá Heina Joensen og John Petersen at dúva uppá, men tá hesir ikki einsamallir kundu fylgja við vestmenningum, tók spakuliga at dragna.
Dia Midjord á neistabeinkinum royndi við einum time-out at fáa betri skil á, men heldur ikki hetta hjálpti.Álopsmaskinan hjá VÍF við Áka Olsen sum høvuðsmotori koyrdi við fullari ferð, og hesa løtuna vóru gestirnir í veruligum vanda fyri at verða bumbaðir niður, longu áðrenn hálvleikssteðgin.

Løgið time-out
At Neistin so kortini slapp upp í part aftur fyri steðgin, skulu teir sjálvandi fyrst og fremst takka sær sjálvum fyri, men harafturat fingu teir eina heldur óvæntaða hjálpandi hond.
Meðan alt soleiðis gekk upp á stás hjá vestmenningum, valdi Páll Pouslen á beinkinum brádliga at taka eitt time-out. Tað var ilt at síggja, at tørvur var á nøkrum broytingum, og seinastu minuttirnir undan steðginum sýndu eisini, at um tann broytingin, sum steðgurin bar í sær, eina mest var til fyrimuns fyri Neistan.
Støðan var 14-10 til heimaliðið, tá alt steðgaði í ein minutt, og tó at VÍF beint eftir hetta vann seg upp á 15-10, so megnaðu teir bláu í fyra minuttir at minka um munin, soleiðis at tað bert var 16-15, tá farið var til hálvleiks.

Neistin og yvirtalið
Kom steðgurin stutt fyri hálvleik illa við hjá vestmenningunum, so var støðan ein heilt onnur, tá tosað verður um sjálvan hálvleikssteðgin.
Kanska í reinari irritatión um mistu leiðsluna í fyrra hálvleiki løgdu vestmenningar frá landi við buldur og brak, nú farast skuldi undir seinna umfari. Fýra mál á rað vórðu fingin til høldar, áðrenn Neistin megnaði at svara aftur, og tó at VÍF nú eina løtu noyddust at spæla við tveimum monnum í undirtali, so hoyrdust á dunandi og eyðkendu VÍF-rópunum, at nú ivaðust tey ikki í, at heimasigurin skuldi vera heima.
Júst hetta við at spæla í undirtali var annars nakað, sum vestmenningar sluppu at royna ofta seinna umfarið. Ikki tí at talan nakran tíð gjørdist um ein ráan ella ljótan dyst, men spælið var hart og kontant. Ein rættur mannfólkadystur.
Hetta kostaði fleiri útvísingar. Serstakliga til vestmenningar. Men tað var merksivert, hvussu illa teir bláu dugdu at gera sær dælt av hesum. Sjáldan ella ongan tíð var í hesum førum roynt at pressa verjuna tunna, og tað einu ferðina var enntá um reppið, at dømt varð fyri nøl, tí Neistin ikki fann sær veg inn um undirmannaðu VÍF verjuna. Nakað sum kanska eisni hekk saman við, at Kári Mortensen á høgra veingi var óvanliga tamur og tí ikki skapti ta breidd, sum hann vanliga ger, eins og Áki Mørk hevði ein sera friðarligan dag, har hann als ikki fekk somu ferð á uppspælið, sum hann vanliga ger. Og so hjálpti tað heldur ikki, at Heini Joensen, sum fyrstu løtuna av dystinum var størsta hóttanin hjá gestunum, nú hevði betri hug at róta, heldur enn at spæla.

Hin kaldari vann
Hóast hesar eyðsýndu trupulleikar hjá Neistanum, so merkti títta yvirtalið um ikki annað, at teir í stóran mun fingu hildið mótstøðuni frá opnum møguleikum.
Eftir at hava skotið fýra mál fyrstu fimm minuttirnar eftir steðgin, fekk VÍF soleiðis bert tyrý mnál næsta góða korterið, og trygt men spakuliga togaði Neistin seg alsamt nærri.
Fyri fyrstu ferð alt kvøldið hoyrdist brádliga, at hópur av neistafólkum vóru í høllini, og tá tað brádliga stóð á jøvnum 23-23, var spenningurin aftur í hæddini.
Líkt var tó til, at stóra takið hevði kostað Neistanum ov nógv. Vestmenningar tóku aftur at draga, og tá teir takkað verið stórum mistøkum hjá Neistanum brádliga vunnu eina undirtals-støðu, var mest sum liðugt. Vestmenningar dugdu snøgt sagt betri at halda høvdið kalt hesa avgerandi løtuna, og bara tað í sær sjálvum er ein dygd, sum kann verða avgerandi.
Neistin megnaði at gera eitt hálvt spják móti dystarenda, men meira enn hálvt gjørdist tað ongantíð.
VÍF vann dystin og harvið grundspælið, og tó at stigini at spæla um enn eru nógv í tali, so kann væl vera, at júst hetta eina stigið verður hitt avgerandi, tá talt verður saman 23. mars.

Dysturin í tølum
VÍF-Neistin 28-25 (16-15):
Málskjúttar
VÍF: Áki Olsen 9(2), Rógvi Nielsen 5, Agnar Joensen 4, Piti Negru 4, Daniel Rápa 3, Ingi Olsen 2, Ragnar Zachariasen 1
Neistin: Heini Joensen 11(4), Jacob Jónsson 6, John Petersen 4, Hans Áki Dal-Christianse 2, Kári Mortensen 1, Áki Mørk 1
Brotskøst: VÍF 3, Neistin 4
Útvísingar: VÍF 8, Neistin 4
Diskvalifikatión: VÍF 1 (3X2 minuttir)
Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen & Trúgvi Mortensen. Løgdu alt fyri eitt greiða linju, og hildu alla tíðina fast um hesa. Eiga eisini rós fyri at stýra dystinum, heldur enn at døma hann sundur. Ikki minst tí talan var um ein somikið harðan dyst, og so skulu teir ikki taka sær ilt av onkrari býttari viðmerking, sum fall av VÍF beinkinum eftir dystin.