Tað var ongantíð nakar ivi um politisku lagnuna hjá Gerhardi Lognberg. Politiska útmeldingin hósmorgunin var somikið greið, at floksleiðslufundurin leygardagin gjørdist ein reinur avgreiðsluspurningur.
Sjey av níggju lokalfeløgum stóðu aftan fyri áheitanina á floksleiðsluna um at taka limaskapin frá Gerhardi Lognberg. Einasti stuðul hjá tingmanninum úr Skopun var hansara egna lokalfelag, meðan lokalfelagið úr norðaru helvt av Suðuroynni onga støðu hevði til málið av tí einføldu orsøk, at felagið at kalla er óvirkið.
Tá avtornaði atkvøddu 27 limir í floksleiðsluni fyri at taka limaskapin frá Gerhardi Lognberg. Tríggjar atkvøður vóru ímóti, meðan ein atkvøða var blank.
Sjálvur møtti Gerhard Lognberg á fundinum, men hann tók ikki orðið.