So fór Erhard Mortensen

Seinastu tíðina var heilsan av álvara farin at bila, og í gjárkvøldið læt hann eyguni aftur fyri seinastu ferð.

 

 

Erhard Mortensen andaðist á Landssjúkrahúsinum í gjárkvøldið, 80 ára gamal. At hann ikki er millum okkum meira, man kennast mongum eitt sindur undarligt, tí hesin fryntligi, blíði og hittinorðaði – men eisini lítillátni - maður, hevur altíð verið lættur á fótum sum ein unglingi.

Men, seinastu tíðina varð Erhard Mortensen illa plágaður av ólekiligari sjúku. Øll, sum kenna tað fitta og hjartagóða menniskjað, sum hann var, vónaðu, at sjúkan fór at taka eina vend, soleiðis at maðurin, sum var so glaður fyri lívið og góður við øll síni, fór at koma fyri seg aftur.

Seinastu vikurnar var Erhard Mortensen nógv merktur av sjúkuni, og hesa seinastu tíðina hava tey, sum vóru um hann, týðiliga sæð, hvønn veg tað bar. Spurningurin var at enda bara um tíð, nær hann fór at leggja árarnar inn. Tey, sum kendu mannin, fara at sakna ein góðan og hjálpsaman vin og brøðurnir, Hans, Heðin og Uni, fara at sakna ein góðan beiggja.

Erhard Mortensen var eitt kent andlit í havnargøtum - í Tórshavnar Bátafelag og seinnu árini eisini í Kaffihúsinum í Vágsbotni í Havn, har hann - síðan hesin møguleiki beyðst - hevði sína dagligu gongd.

Í arbeiðslívinum er hann best kendur sum ein av krumptappunum á Brennistøðini á Sandvíkarhjalla – og fyri ta tíð í brenningini Havnardali. Soleiðis tænti hann eisini Tórshavnar kommunu í meira enn 40 ár. Tað er ikki so drúgv tíð síðan, at hann seinast loysti av á Brennistøðini.

Erhard Mortensen varð føddur í Trongisvági nýggjársaftan í 1939, og tá hann var 15 ára gamal, flutti hann við familjuni til Havnar. Í Havn fór hann ikki í skúla, men beint til arbeiðis at landa saltfiskatrolarar og at arbeiða saltfisk á Bacalao. Sum ungur sigldi hann eisini við skipum hjá Skipafelag Føroya, og hann arbeiddi eisini fyri felagið á bryggjuni.

Í nøkur ár arbeiddi Erhard Mortensen hjá vaskarínum, Ruba, og eitt langt áramál arbeiddi hann í Havnar Bio.

Hann hevur altíð verið ein óføra raskur arbeiðsmaður, lættur av lynd og hittinorðaður og tey, sum kendu hann, siga, at tað altíð var stuttligt og hugaligt at arbeiða saman við honum. Hann var hjálpsamur og har á stóð, rætti hann altíð eina hond. Hjá honum var tað bara ein sjálvfylgja.

Erhard Mortensen hevði nógvar vinir millum frítíðarsiglarar, og hann átti frítíðarbát í nógv ár. Saman við Kirstini, sum hann livdi saman við í nógv ár, vóru tey bæði víða um landið við bátinum, og tey sigldu eisini í sínari tíð í norska skergarðinum, eftir at hava ført bátin yvir til Noregs við Norrønu.

Tá Erhard Mortensen fylti 80 ár nýggjársaftan, var stórur føðingardagur hildin í hølunum hjá Tórshavnar Bátafelag. Her komu familja, vinir og kenningar at heilsa upp á mannin, og tað skiltist á øllum brøgdum, at hetta var ein stórur dagur og ein stór løta hjá honum - at sleppa at heilsa upp á øll, sum stóðu honum nær.

Hvíl í friði, góði Erhard!

##med2##