So fór Emmaus

Hetta eftir hondini lítla, men fitta húsið, sum einaferð var stórt, og hevur eina serstaka søgu, hevur tænt sínum viðskiftafólkum – eini sóttligari samkomu – væl

Dávur Winther

Klaksvík: Samkoman, sum veksur, vil sjálvandi víðka sínar karmar, og tí hevur Emmaus staðið øðrum í boði at taka av grundini. Men er hetta ikki komið í lag.
Tí verður húsið nú skorið í pettir, bitar, snældur og stykki á í mesta lagi 95 cm, fyri at passa í hin alt oyðandi og køvandi ovnin í Lorvík hjá IRF. Húsið verður borið yvir um fjørðin at leggja aftur at eldinum hjá IRF. Ikki sum hjá Mósesi á sinni - til tað lovaða landið. Ei heldur til eitt betri “land” – Eina aðra tilveru her í býnum til dømis.
Dragin – stoltleikin í býnum – hevði húsið í boði at seta við sjóvarmálan, har báturin liggur sum teirra felags- og tilhaldshús. Eitt goymslustað, og har tað eisini kundi verið skipað fyri hugnaløtum. Tað hevði borið væl til at havt undirvísing fyri skúla- og sjómansskúlanæmingum í sjómanskapi, knýtt, spleysa, bøtt og annað, sum hoyrir slíkum til.
Men Draganum kundi ikki útvegast byggiloyvi til hetta lítla fitta húsið á 8 x 12 m nærhendis Draganum. Hetta húsið, sum í hesum føri kundi verið eitt væl vaksið neyst við ongum kjallara; sett við galvum oman móti sjónum, Draganum til stórt gagn.
Sjón gongur fyri søgn, at Draga-menninir eru hegnismenn og høvdu teir lættliga kunnað fingið húsið prýðiligt í einum “marinu-umhvørvi”. Eitt havgyrt umhvørvi við tilhaldshúsi, sum er í minsta lagi er eins stórt og Emmaus, má vera minsta krav til ein bý, ið vil sleppa at kalla seg fiskivinnuhøvuðstaður Føroya.
Dragin, saman við einum lítlum fittum húsi á hesum øki, sum samstundis hevði verið granni til høvuðspallin hjá Føroya Sjómannadegi, ið fer at menna seg til nakað heilt serligt í framtíðini – Ja, tað hevði verið serstakt!
Skal Dragin heldur byggja úr nýggjum eitt hús í líknandi skapi og stødd sum Emmaus, so kostar tað teimum so mikið av peningi, at tað ikki kann lata seg gera. Skal býráðið byggja slíkt hús, so verður tað nokk seinur dagur, tí so mangar aðrar verkætlanir troka seg framat.
Onnur feløg hava eisini havt Emmaus í boði, men hava ikki kunna útvegað sær umstøður til at seta húsið á egnað lendi. Tí er tað so óhugaliga - ja, óhugnaligt at hugsa um, at húsið, sum kundi komið til heiður og æru aðrastsaðni í býnum nú bara verður brent. Umstøður hava lagað tað so, at tað ikki hevur kunnað latið seg gera at sett húsið á annan hóskandi stað.
Og hevur tú so umhvørvið í huga, sum nú er meira vanligt, so er skaðin fullkomin. Emmaus var bygt úr góðum og halddyggum tilfari, ið enn er sum nýtt.
Ja, tað er grátuligt, at hetta søguríka húsið, sum kundi komið øðrum til gagns, nú bert verður borið um fjørðin sum pinnabrenni.