1. DEILD ONGLAND
Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá Coventry og Claus Bech Jørgensen higartil í ár. Niðurflytingar hóttanin hevur støðugt verið í nánd, og tað hevur verið langt millum sigrarnar.
Sunnudagin eydnaðist tað væl í heimadystinum móti Plymouth. Men tað sá einki út fyrstu løtuna. Gestirnir løgdu bragdliga fyri, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki løgdu teir seg á odda.
At teir vóru komnir afturum hevði við sær, at Coventry venjarin Micky Adams gjørdi skjótt av. Í 28. minutti skifti hann tríggjar spælarar út. Tølini siga, at útskiftingarnar hjálptu. Í 36. minutti javnaðu teir, og dygst undan steðginum løgdu teir seg framum.
Fýra minuttir eftir steðgin økti Coventry til 3-1, og Plymouth megnaði ikki at svara aftur.