So eru samkynd aftur í tinginum

Á tingfundi týsdagin klokkan 11 er málið um at loyva samkyndum at giftast aftur á skránni

Tá ið málið um at broyta hjúnabandslógina, so samkynd kunnu giftast borgarliga, var til 2.viðgerð, var tað beint aftur í nevnd til nýggja viðgerð.

 

Nú er málið aftur á dagsskránni hjá Løgtinginum. Tá ið fundur byrjar týsdagin klokkan 11 eru broytingarnar í hjúnabandslógini 3. mál á skrá. Hetta er sostatt aðru ferð, at málið fær aðru viðgerð í tinginum.

 

Meirlutin í trivnaðarnevndini hevur eitt uppskot um, at lógin kemur í gildi, tá ið gein 14, stk. 2 í hjúnabandslógini er broytt ella umorðað.

 

Minnilutin í trivnaðarnevndini mælir framvegis Løgtinginum staðiliga frá at samtykkja málið.

 

Huvssu leikur fer og um málið verður samtykt, er ómetaliga torført at meta um. Løgmaður hevur enn einaferð ført fram, at talan als ikki er um samgongumál, so taðð stendur samgongutinglimum frítt at atkvøða eftir egnari sannføring.

 

Eftir ætlan fer Løgtingið heim týskvøldið, men so nógv mál eru á skránni, at tingformaðurin møguliga er noyddur at leingja tingsetuna nakrar dagar.

 

Ein av orsøkunum til, at tingið í ár skal heim so tíðliga er, at klædningurin á tinghúsinum skal skiftast og at mett verður, at ikki verður arbeiðandi í tinghúsinum, meðan handverkarar taka gamla klædningin burtur.