Mjørkaveðrið, sum verið hevur ein fittan part av summarinum, hevur eisini havt sínar fyrimunir - í hvussu er hjá teimum sum velta.
Tað siga tey á Dímunargarði í Stóru Dímun, har tey ásanna, at gróðrarlíkindini til gras og grønmetið í summar hava verið av teimum bestu.
- Mjørkaveðrið hevur við sær, at gras og grønmetið hava vaksið betri enn vant. Tískil hava vit eisini metnógvar røtur klárar til okkara viðskiftafólk.
Á Dímunargarði siga tey, at røturnar hjá teimum fáast í flestu handlum kring landið, og tær kunnu eisini bíleggjast beinleiðis á garðinum.
- Tá bílagt verður beinleiðis frá okkum, er minsta nøgd 10 kilo, men tá senda vit eisini so langt, sum tyrlan røkkur, leggja tey aftrat.
##med2##












