Nýggjastu tølini vísa, at 99 fólk eru smittað við covid-19 tilsamans í løtuni. Hetta vísa tølini frá corona.fo, og her verður ikki skilt ímillum føroyingar og útlendingar í Føroyum.
Fleiri enn 2.000 kanningar vórðu gjørdar í gjár.
Tilsamans eru 291 tilburðir staðfestir í Føroyum síðan mars. Í minsta lagi 400 fólk eru í sóttarhaldi, og eingin er í løtuni innlagdur við smittuni, sæst á tølunum.