So er Yingluck forsætisráðharri

Teilendska tjóðartingið valdi í morgun Yingluck Shinawatra til landsins forsætisráðharra, og hetta er fyrstu ferð, at ein kvinna situr í tí embætinum. Yingluck er systir fyrrverandi forsætisráðharran Thaksin Shinawatra, sum varð koyrdur frá í 2006, og sum býr í útlegd.

Yingluck Shinawatra hevur royndir frá handilslívinum, men hon hevur lítlar politiskar royndir. Hon er sera væl umtókt millum tey fátæku og millum bøndurnar har norðuri í landinum.

Tað hevur verið rættiliga ófriðarligt á tí politiska pallinum í Teilandi síðani hernaðarkvettið ímóti Thaksin Shinawatra fyri fimm árum síðani, og eygleiðarar ivast í, at Yingluck Shinawatra verður før fyri at varðveita valdið leingi.