27. september 2013 skipar Granskingarráðið fyri árligu Vísindavøkuni. Evnið í ár er matur og gransking. Tiltakið verður í Østrøm og á granskarasetrinum iNOVA. Tiltakið er sum vant partur av evropiska tiltakinum Researchers' Night. Tiltakið er opið frá kl. 8.00 til 0.00
Skráin:
Kl. 8.00-0.00 Allir granskingarstovnarnir hava básar við ymiskum forkunnugum at síggja, hoyra, lukta, smakka og royna í stóru høllini. Her vera ymsik tiltøk, kappingar og annað fyri stór og smá og kaféin European Corner verður opin.
Kl. 9.00 til kl. 13.30 eru 9 framløgur á skránni í fyrilestrarhølinum.
Kl. 15. setur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður almennu Vísindavøkuna
Vísindavøkukaka, kaffi, te, mjólk og kakao frá MBM verður at fáa.
Kl. 15.30 verðua vinnararnir í teknikappingini avdúkaðir og vinningarnir handaðir.
Eisini seinnapartin eru fólk á øllum básunum, ein ørgrynna av tiltøkum verður fyri stór og smá, granskarar fara at siga frá ymiskum á Speakers' Corne, og framsýningarnar og kaféin European Corner eru opin.
Kl. 17.00 og kl. 18.30 er rundvísing á granskarasetrinum iNOVA. Nýggi stjórin Janus Vang og onnur fara at vísa runt og greiða frá og vísa, hvat ymisk tól verða brúkt til. Leif Sørensen frá Hotel Føroyum fer at greiða frá, hvat kann gerast í væl útgjørda køkinum og fer at bjóða smakkroyndir.
Kl. 18.00 – 19.20 Kaffiprát við ein granskara
Høvi verður at fáa eitt kaffi ella te prát við ein granskara í 20 minuttir. Avtalur verða gjørdar á staðnum. Tey, ið tekna seg fyrst, sleppa framat.
Kl.19.30-21.00 verður serlligt mattiltak í fyrilestrarhølinum í Østrøm. Undir heitinum "Grønmeti og villar plantur til matna" fer Sigga Rasmussen, plantufrøðingur at hava tvær styttri framløgur um grønmeti, m.a. epli, kryddurtir og villar plantur til matna. Harafturat um rabarbur og ber, Gutti Winther, kokkur, fer at bjóða ymsar smakkroyndir úr eplum og greiða frá samstundis.
Kl. 21.30 verður ársins miðlsheiðursløn handað.
Øll tiltøkini eru almenn og ókeypis.
Les alla skránna á http://www.gransking.fo/<wbr />Default.aspx?pageid=20579