So er VÍF niðri

Við tryggum sigri staðfestu kvinnurnar hjá StÍF, at tær so ikki ætla sær nakran veg niður í næst bestu deildina

StÍF-VÍF 27-17 (15-9):


Skuldi VÍF gera sær nakrar sum helst vónir um at halda sessinum í Sunset-deildini, so var kravið ein sigur sunnudagin.

Men hesin kom tó ongan tíð serliga nær. StÍF hevði kanska mist á stokkinum tríggjar ferðir upp í slag undan hesum dystinum. Men tær prógvaðu so ruddiliga, at tað var ikki ber tilvild, at bæði Neistin, Kyndil og VB av álvara fingu sveittan fram, tá tey spældu móti StÍF.

Hesa ferð var tó eingin ivi. StÍF hevur kanska sveiggjað nakað nógv í einstøku dystunum, sum eru taptir, men vánaligu løturnar vórðu hesa ferð hildnar niðri á einum minimum.

Og so var ikki stórt, sum VÍF fekk gjørt. Snøgt sagt, so var styrkismunurin millum, liðini ov stórur, og við blómandi sjálvsáliti kundu tær á heimaliðnum so ruddiliga spæla seg til sigurin, sum endaliga staðfesti, at tær eisini eru partur av fremstu føroysku hondbóltsrøðini í 2008/09.


Fakta um dystin

StÍF-VÍF 27-17 (15-9)

10 min: 7-2

20 min: 12-5

40 min: 18-14

50 min: 23-15

Málskjúttar

StÍF: Rebekka Justinussen 6(1), Signhild Petersen 5, Ninna K. Johansen 5(1), Fríðrún Danielsen 4, Súnfríð Johansen 4, Bára B. Danielsen 2, Rósa Johannesen 1

VÍF: Liljan Djurhuus 4, Fríða Marjunardóttir 3(1), Tórgunn Johansen 3, Ioana Rapa 3, Heidi Joensen 2, Rannvá á Rógvu 1, Elisa Leo 1

Brotskøst: StÍF 3, VÍF 3

Útvísingar: StÍF 1, VÍF 2

Dómarar: Hanus Kúrberg & Hans Thomassen