Bethune, Frakland: Fyri hálvum triðja ári síðani tóktist tað vera veruleiki, at Føroyar skuldu eiga ein spælara í fremstu fronsku fótbóltsdeilini. Lille var felagið, sum sýndi Toda Jónsson stóran áhuga, og tað eydnaðist eisini at koma ásamt við spælaran um persónligu treytirnar í einum sáttmála. Ein sáttmáli, sum tó varð av ongum, tá FCK ikki vildi sleppa spælaranum eins bíliga, sum Lille vildi hava hann fyri.
Saman við restini av føroyska hópinum kom Todi Jónsson so til Lille mikudagin, og tá tosað verður um handilin, sum bleiv av ongum ta ferðina, er tað ikki frítt, at hann hevur hug at iðra seg eitt sindur.
- Tað hevði sjálvandi verið ein spennandi uppliving, um tað kundi latið seg gjørt ta ferðina, men tað er so ikki nakað, sum eg gangi og hugsi um dagliga. Feløgini kundu ikki koma ásamt um treytirnar sínamillum, og sjálvandi var eitt sindur vónsvikin av FCK. Teir vildu jú ikki loyva mær at spæla, og teir vildu heldur ikki loyva mær avstað, so tað var ein heldur keðilig støða at standa í eftir tey fimm-seks árini, sum eg tá hevði verið í felagnum.
Beinini hava tað gott
Hesa ferð er uppgávan tó øðrvísi. Ein dystur móti einum av teimum heilt stóru fótbóltstjóðunum í heiminum, og í øllum førum ein dystur, sum er størsta avbjóðingin, sum Todi hevur verið við til at lyft á landsliðnum.
- Tað kann mann væl siga. Hatta er helst besta landsliðið, sum vit koma at spæla ímóti, so tað verður ein spennandi uppliving hjá okkum.
Eru fyrireikingarnar til ein slíkan dyst øðrvísi, enn tær eru, um eitt nú Kypros var mótstøðuliðið?
- Tað haldi eg ikki. Ein dystur er ein dystur, og fyrireikingarnar eru tær somu. Men hinvegin eru ytru umstøðurnar kanska øðrvísi. Hetta er jú eitt munandi betri lið, og tí eru vónirnar kanska ikki so stórar til okkum, sum tær vóru tað móti Kypros, har fólk høvdu roknað við einum sigri.
Og tá vit at enda spurdu Toda, hvussu beinini, ið so ofta hava argað, høvdu tað, var svarið í øllum førum positivt.
- Eg haldi, at tey hava tað gott. Eg eri í øllum førum til reiðar at spæla við fullari ferð, staðfestir hann.