Rættuligur orðadráttur júst um hetta mál hevur verið í nøkrum av farnu bløðunum. Her meini eg ikki við samrøðurnar, eg havi havt við bisp, Peter O. K. Olofson, Elsu Funding og onnur, men um kjakið millum ein annan John Johannesen úr Leynum og Sonna Jacobsen úr Sørvági. Lat tað beinanvegin vera sagt, at her er talan um ein annan persón, sum eitur John Johannesen.
Fyri at eingin misskiljing skal vera, ynski eg gjøgnum hesa viðmerking at gera greitt, at eg framhaldandi ætli mær at viðgera málið so óheft sum møguligt, soleiðis at tað verður viðgjørt frá øllum síðum. So er tað sagt!
Vinarliga
John Johannessen,
blaðmaður á Sosialinum