So er tað nú Arsenal

 

Skal Arsenal gera sær nakrar vónir um at vinna Premier League, so skulu teir vinna grannauppgerðina móti Tottenham í kvøld. Trý av fimm teimum fremstu liðnum í Premier League eru úr London. Í kvøld eru tey øll í dysti í enska høvðusstaðnum. Tottenham tekur á White Hart Lane ímóti Arsenal, meðan Chelsea á Stamford Bridge tekur móti Birmingham.

 

Manchester United spældi í gjár javnleik móti Newcastle og liggur nú sjey stig frammanfyri Arsenal, sum hevur dystin í kvøld til góðar. Hóast kritikkurin heglar omanyvir Arsenal og Arsene Wenger, so er Arsenal einasta liðið í Premier League, ið ikki hevur tapt síðani ársskiftið. Men tað eru tíverri fyri teir blivi til ov nógvar javnleikir. Teir seinastu tríggir heimadystirnir eru allir endaðir við javnleiki móti Sunderland, Blackburn og Liverpool. Arsenal hevur eisini torført við at finna málið fyri tíðina, tí tað eru bara blivin til sjey mál í teimum seinastu sjey dystinum.

 

Tottenham stríðist fyri at røkka Champions League fótbólti aftur komandi ár. Liðið er trý stig aftanfyri Chelsea, men hevur leikt ein dyst færri. Tottenham hevur framvegis vitjanir til Chelsea, Manchester City og Liverpool til góðar. Tá Tottenham fyrr í hesum kappingarárinum var á vitjan hjá Arsenal vunnu teir 3-2, eftir at hava verið aftanfyri 2-0.

 

Á Stamford Bridge skal Chelsea royna at bjarga tí sum eftir er av kappingarárinum. Chelsea venjarin, Carlo Ancelotti, hevur uppgivið at vinna meistaraheitið í ár. Chelsea hevur tvey stig færri enn Arsenal og liggur níggju stig aftanfyri Manchester United, men hevur eins og Arsenal, dystin í kvøld til góðar. Fernando Torres hevur nú ikki skorað fyri Chelsea í 871 minuttir.

 

Premier League úrslit:

 

Chelsea ? Birmingham (19:45)

Tottenham ? Arsenal (19:45)