So er tað bin Laden

Saddam Hussein er tikin, men Osama bin Laden gongur framvegis leysur, og tað verður neyvan so lætt at fáa fatur á honum

Nú Saddam Hussein situr í fangabúri eina ella aðrastaðni, kunnu amerikanararnir aftur hugsa um at fáa fatur á leiðaranum í al-Qaeda, Osama bin Laden.
- Saddam er ikki nakar trupulleiki longur, so nú er tað bin Laden, vit hugsa um, sigur amerikanski sendiharrin í Afghanistan, Zalmy Khalizad, sum ikki ivast í, at bin Laden er á lívi.
Fleiri serfrøðingar halda, at bin Laden er ein nógv størri hóttan ímóti USA, enn Saddam Hussein var, áðrenn hann varð tikin seinasta vikuskiftið. Ein teirra er tann kendi yvirgangsserfrøðingurin Rohan Gunaratna, sum hevur skrivað eina bók um al-Qaeda.
- Størsti veikleikin hjá amerikanarunum eru tær miseydnaðu royndirnar at gera av við Osama bin Laden og Ayman al-Zawahiri, sum er næsti maður í al-Qaeda, sigur Rohan Gunaratna við Aftenposten.
Hann og aðrir serfrøðingar eru á einum máli um, at tað verður munandi truplari at fáa fatur á bin Laden enn at finna Saddam Hussein. Og orsøkin er munurin teirra millum.
- Saddam Hussein var ein harðrendur einaræðisharri, sum hevði nógvar fíggindar ímillum síni egnu, og sum vóru til reiðar at svíkja hann. Soleiðis er ikki við bin Laden. Hann fær stuðul frá sínum. Hann er sum ein fiskur ímillum aðrar fiskar, sum ikki gera honum ilt, sigur Hussain Haqqani á Carnegie Endowment í Washington.
Hann og Rohan Gunaratna ivast ikki í, at Osama bin Laden fjalir seg á marknaleiðunum millum Pakistan og Afghanistan. Har hevur hann hildið til í meiri enn tíggju ár, og fólk har stuðla honum. Amerikanararnir hava einki gjørt fyri fólkið har. Fyri teimum er bin Laden ein hetja, og tí verja tey hann, sigur Rohan Gunaratna.