Matstova
Rógvi Nybo
Rogvi@sosialurin.fo
Etika er navnið og Sushi er á matarskránni. Matstovan Etika er latin upp á Áarvegnum í hjartanum á Havnini.
Tað er Hotel Føroyar-samtakið, sum letur hetta øðrvísi mat- og vínstaðið á Áarvegnum upp. Ætlanin er at bjóða lættan og sunnan mat og gott vín afturvið, eitt nú sushi, smoothies og djús, og kaffi og sandwichar út úr húsinum.
Vínið í Etika er úr nýggja vínkjallaranum hjá Hotel Føroyum. Tað verða millum 16 og 24 ymisk sløg, sum verða skift út hvønn mánað.
Vínið verður at fáa úr einari sjálvtøku, ella einari vínmaskinu, sum kundin keypir eitt kort til, áljóðandi eina ávísa upphædd.
- Við hesum vóna vit, at tað verður eitt sindur meira spennandi at drekka vín í Føroyum. Tí tað ber eisini til at keypa sær ein lítlan smakk, og soleiðis at royna seg fram. So fyri einar 100-150 krónur ber til at fáa eitt gott vínupplivilsi, segði 28 ára gamla Winnie Simonsen, sum verður leiðari á Etika við Portalin í mars mánaði. Hon er bachelor í føðslu og heilsu við sergrein innan catering.
Sushi, sum hevur verið sera vælumtókt í grannalondunum seinastu árini, er japanskur fiskarættur við ráum fiski, serligum rísi, tara og grønmeti. Fólkini handan Etika ivast ikki í, at sushi fer at fella í góða jørð í Føroyum, tí føroyingar ferðast nógv, og hava roynt tað aðrastaðni. Tey hava havt tað á matarseðlinum á Hotel Føroyum í nøkur ár og hava fingið nógvar fyrispurningar um Sushi á hinum matstøðunum, sum hoyra til samtakið.
Sosialurin var framvið í dag, meðan vertir á Rás2 royndu sushi, júst áðrenn reseptiónina, sum var klokkan 12.