So er sandoyarstevna í Skopun skotin í gongd

Nú klokkan 20 og 20.30 verða tvær tónleikaframførslur. Fyrst verður tað Ingi Poulsen og síðan Sámal Ravnsfjall.

Í hampiliga góðum líkindum í kvøld hevur kendi tíðindamaðurin, Øssur Winthereig, sum hevur sínar røtur í Skopun, sett sandoyarstevnu, sum hesaferð verður hildin í Skopun.

 

Løtan í kvøld byrjaði klokkan 18.30 við skrúðgongu við ítróttarfólkum, og klokkan 19 helt Øssur Winthereig røðu á sermerkta pallinum á torginum beint undir Selatraðneystinum.

 

Tað hevur eydnast skopuningum at seta saman eina fjølbroytta, góða og forvitnisliga skrá fyri sandoyarstevnu í ár, og beint eftir setanina var suppa í  Selatraðneystinum.

 

Søluskúrar lótu upp á havnalagnum, eins og tombola, eydnuhjól og ymiskt annað eisini er á skránni í kvøld. Nú klokkan 20 og 20.30 verða tvær tónleikaframførslur. Fyrst verður tað Ingi Poulsen og síðan Sámal Ravnsfjall.

 

Klokkan 21 í kvøld verður felagssangur við lokalum tónleikarum, og í náttartímunum frá klokkan 23 til 03 verður diskotek í ungmannafelagshúsinum, Samljóði við Ove & Co.

 

Seinni fara vit at siga frá á In.fo, hvussu skráin fyri morgindagin sær út, og tá verður nógv á skránni í Skopun. Skráin fyri stevnuna sæst eisini á Facebook-vanganum hjá Ungmannafelagnum Samljóð.

 

##med2##

 

 

 

Tað var Øssur Winthereig, sum setti sandoyarstevnu í Skopun í kvøld.