Hallur Hansson hevur skrivað ein hálvtannað ára sáttmála við AaB. Tað hevur drigið út, men í morgun er sáttmálin so endaliga skrivaður.
- Eg eri væl nøgdur við sáttmálan, men nú kemur tað harða arbeiði, sigur Hallur Hansson við portalin í morgun.
Føroyski landsliðsmiðvallarin skiftir frá HB. Hann var útleigaður í seinnu hálvu í fjør, men nú er talan um eitt endaligt skiftið.
Hallur Hansson hevur verið við í venjingardystum hjá AaB, so talan hevur ongantíð verið um at sáttmálin ikki bleiv skrivaður. Føroyski miðvallarin byrjaði inni, tá AaB spældi 2-2 javnleik í ársins fyrsta venjingardysti móti Velje. AaB hevur tveir venjingardystir um vikuskiftið. Ein móti Hobro fríggjadagin og ein móti FC Hjørring sunnudagin.
Sáttmálin er galdandi til 30. juni 2014.