So er Romney á odda

Tað er líkt til, at landsfundurin hjá republikanska flokkinum í USA hevur givið forsetavalevninum Mitt Romney vind í seglini. Í hvussu er vísir ein nýggj meiningakanning, sum er gjørd fyri Reuters, at hevði forsetavalið verið í dag, hevði Romney vunnið við tveimum prosentstigum. Hann hevði fingið 44 prosent, og Barack Obama hevði fingið 42 prosent.

Meiningakanningar teir seinastu dagarnar hava givið Mitt Romney framgongd, og eygleiðarar siga, at hetta skemst av teirri nógvu umrøðuni, sum landsfundurin í Tampa hevur fingið í fjølmiðlunum.