So er Romney klárur

Sum væntað verður Mitt Romney forsetavalevni hjá republikanarunum og skal bjóða Barack Obama, forseta av á valinum í november. Tað er greitt, eftir at Romney vann uppstillingarvalið í Texas í nátt, tí við sigrinum har hevur hann tryggjað sær teir 1.144 valmenninar, sum eru neyðugir, fyri at hann skal hava meiriluta á floksráðstevnuni í summar.

Ta seinastu tíðina hevur Mitt Romney verið tað einasta valevnið, sum hevur rikið valstríð. Hinir stóðu kortini á valevnislistanum í Texas, men sambært CNN fingu teir fáar atkvøður.

Sostatt kann Mitt Romney nú fyrireika seg til valið tann 6. november.