So er Richard farin

Clive Swift, sum var best kendur úr leiklutinum sum maður Hyacinth Buckets í sendirøðini ”Fínt skal tað vera”, er deyður eftir stutta sjúkralegu.

Clive Swift, sum var best kendur úr leiklutinum sum Richard, maðurin hjá Hyacinth Buckets í sendirøðini ”Fínt skal tað vera”, er deyður eftir stutta sjúkralegu, 82 ára gamal.

 

Familjan var hjá sjónleikaranum, tá hann doyði, skriva fleiri útlendskir miðlar, eitt nú BBC og Independent.

 

Síðan boðini um deyða Richard’s bórust, hava nógvar heilsanir frá vinum, kenningum og fyrrverandi starvsfeløgum verið í sosialu miðlunum til familju hansara.

 

- Eg eri so keddur um at hoyra, at Clive Swift er deyður. Mínir tankar eru hjá familju hansara og soninum, Joe, skrivar bretski sjónleikarin, John Challis.

 

- Eg elskaði henda sera evnaríka sjónleikara. Hvíl í friði, góði Clive Swift, skrivar starvsfelagin, James Dreyfus. 

 

- Clive Swift var ein ótrúligur sjónleikari, bæði til drama og skemt, skrivar Morris Bright.

 

Hóast sína drúgvu tíð sum leikari, bæði í filmi og sjónvarpi, gjørdist tað leikluturin sum Richard, at Clive Swift rættiliga gjørdist kendur.

 

Her fylgdu hyggjarar við tí hart roynda manninum, sum ikki fekk annað beinið til jørðina, tá konan, Hyacinth, vildi sleppa út at keypa ella ein túr í skógin.