Í Stóru Dímun liva tey av tí, sum hagi og bøur geva. Umframt seyð, neyt og flogfenað, hava tey eisini grøði. Men, tað hevur ofta verið sagt, at epli veksa ikki væl í Dímun. Røtur er nakað annað, og her er stórt rótakál.
- Vit hava seinstu árini roynt at fjøltáttað kálið, soleiðis at vit hava fleiri ymisk rótasløg. Í ár hava vit seks ymsik sløg - kolirabi, knútakál, kinaradisur, mairøtur við lillaðum toppi, gulamai og hvítamai.
Á Dímunargarði vísa tey á, at tey gera nógv mest burtur úr tveimum av rótasløgunum, nevniliga kolirabi og hvítamai. Kolirabirøturnar verða serliga heystaðar og seldar, tá ræsta kjøtið er fyri, og tær verða seldar gjøgnum heystið og veturin.
Á Facebook-síðuni hjá Dímunargarði siga tey, at mairøturnar væntast at verða klárar um miðjan juli. - Hesar verða seldar í juli og út á heystið. Haraftrat skal ein partur av mairótunum brúkast til rótabryggið Mai, leggja tey aftrat á Dímunargarði.