Við hesum verður Rógvi komandi árið at síggja í norskum fótbólti.
Hødd hevur ikki ta stóru siðvenjuna, men nýggir íleggjarar eru komnir til felagið, og hjá teimum er ætlanin at byggja eitt lið upp, sum um nøkur fá ár skal standa seg í kappingini í Tippeliguni.
Jákup í Stórustovu, umboðsmaður, sigur, at feløg úr bæði Onglandi, Italia, Belgia og Hollandi vóru inni í myndini, umframt okkurt annað norskt felag.
- Fyrst og fremst vildi Rógvi helst ikki til royndarvenjingar. Og í aðrar mátar var Hødd kom við einum góðum tilboði, og tað endaði so við, at bæði HB og Rógvi tóku av.