Tá Aab í morgin tekur ímóti Lyngby er tað við føroyskum landsliðsleikara í hópinum. Pól Jóhannus Justinussen var ikki við í hópinum, tá Aab tók móti FCK fyri viku síðan, men er hesa ferð við í hópinum, skrivar heimasíðan hjá felagnum.
Danska landskappingin er farin á rull aftur. Í fyrsta umfarinum í seinnu hálvu av hesum kappingarárinum spældi Aab javnleik á heimavølli móti oddaliðnum FCK. Í morgin kemur eitt annað høvðusstaðarlið á vitjan í Ålborg og tað er Lyngby.
Venjarin hjá Aab, Kent Nielsen, hevur úttikið 19 leikarar til dystin. Millum teirra er føroyski landsliðsleikarin, Pól Jóhannus Justinussen. Hann hevur sambært heimasíðuni hjá felagnum staðið seg væl í uppstartinum til seinnu hálvu og tykist nú nærkast sínum fyrsta dysti fyri Aab í landskappingini.
Dysturin móti Lyngby byrjar klokkan 13.00 føroska tíð á Energi Nord Arena í Ålborg.