Fylgisveinamyndina eigur Maxar Technologies.

So er opið inn í Gazageiran fyri neyðhjálp

Marknaðliðið, ið er hitt einasta inn í Gaza, sum Ísrael ikki hevur eftirlitið við, hevur verið stongt fyri bæði neyðhjálp og flyting av fólki, síðan Hamas leyp á Ísrael hin 7. oktober.

Fylgisveinamyndina eigur Maxar Technologies.

Rafah-marknaðaliðið, sum er millum Egyptaland og Gaza, er nú opið, og neyðsynjarhjálp kann koyra inn í Gazageiran. 

 

Reuters veit at siga, at tað er egyptiska uttanríkisráðið, sum boðar frá hesum nú seinnapartin í dag.

 

Rafah-marknaðliðið, ið er hitt einasta inn í Gaza, sum Ísrael ikki hevur eftirlitið við, hevur verið stongt fyri bæði neyðhjálp og flyting av fólki, síðan Hamas leyp á Ísrael hin 7. oktober.

 

Hesa tíðina er hvørki matur, vatn ella brennievni komið inn í Gaza, har 2,3 miljónir fólk búgva.

 

 

 

Fylgisveinamyndina eigur Maxar Technologies.