So er nýggja búmerkið alment

Skjótt verður nýggja heimasíðan hjá Kunoyar kommunu klár at taka í brúk - við nýggjum sniði og búmerki.

Kunoyar kommuna hevur nú á fyrsta sinni fingið sítt egna búmerki, og tað var í dag, at úrslitið av búmerkjakappingini varð kunngjørt.

 

Vinnari av kappingini gjørdist Ebba Jacobsen, á øðrum plássi kom Jákup Jacobsen og á triðja plássi Daniel Joensen.

  

Í kvøld vita tey eisini í Kunoyar kommunu at siga, at nýggja heimasíðan hjá kommununi skjótt verður klár at taka í brúk - við nýggjum sniði og búmerki.