So er »Mentan« aftur í Sosialinum

Í vikuskiftis Sosialinum hesaferður verður aftur ískoytisblaðið Mentan, sum Inger Smærup Sørensen ritsjórnar.

Í vikuskiftis Sosialinum hesaferður verður aftur ískoytisblaðið Mentan, sum Inger Smærup Sørensen ritsjórnar.

 

Í blaðnum verða samrøður og umrøður, hugleiðingar og kanningar, søgur og tíðindi, royndir og avbjóðingar, ummæli og greiningar.

 

Hesaferð er tað Lena Anderssen, songkvinna, sum hevur gjørt eina flotta plakat - ókeypis til øll - sum keypa Sosialin.

 

Sofía Nolsøe greiðir frá, hvussu man sum sjónleikari lærir ein hóp um at vera menniskja. Gunnar Hoydal skrivar um Reinsaríið/Hansens Pakkhús, og Katrina í Geil spyr um “ull er føroya gull” – ella var tað bindingin?

 

Eisini er ein áhugaverd og gjøll umrøða av nýggjastu bókini hjá Carl Jóhan Jensen og ikki færri enn fýra tónleikaummæli. Barnamentanarsíðan er á tremur við spennandi tilfari til børn og teirra foreldur, og á nýggju bókasavnsíðuni er eisini íblástur at fáa. Leiklistin er eisini við hesa ferð, til ber at læra eitt sindur um Jean Genet, sum hevur skrivað leikin “Stovugenturnar”, sum verður vístur í Kommandørhusunum yviri við Strond í Havn.