Studentadagurin á Christiansborg er av, og tað sama er beinleiðis sendingin hjá Rás2, sum verður endursend við betri ljóðgóðsku sunnudagin kl. 13.00 Skráin var fjølbroytt og tað sama vóru luttakararnir og áhoyrarar. Stutt eftir at orðstýrari Páll Holm Johannesen hevði rundað tiltakið av, var salurin á Christiansborg tómur.
Tað sum eftir stendir beint nú er, at ymiskt er hvussu góða stundir politikkararnir tóku sær til tiltakið. Naser Khader og Helle Thorning-Schmidt hvurvu stutt eftir, at tey høvdu avgreitt teirra setning, meðan Bertel Haarder, Peter Skaarup og Margrethe Vestager ikki komu fyrr enn beint áðrenn tey skuldu á pallin. Føroysku og grønlendsku politikararnir sótu hinvegin og lurtaðu allan dagin.
Um spurningarnir úr salinum er tað at siga, at teir vóru í høvuðsheitum settir av grønlendingum, sum í stóran mun myndaðu áhoyrarafjøldina.
Nú alt er av á Christiansborg verður veitsla í Grønlendarahúsinum kl. 19.00 danska tíð.