So er lembingin byrjað

Um 17-tíðina í dag lembdi ein ær á bønum uttan fyri Mannaskarð, og hóast eitt sindur tíðliga, so er lembingin í ár byrjað. Tað er altíð eitt hugaligt vártekin, tá smálombini byrja at síggjast á bø og í haga. Og sjálvt um vátaslettingurin til tíðir pøsti niður í dag, so var tíðin eisini komin hjá hesari ærini at lemba.

Árstíðin er eisini startskotið hjá seyðamonnum og røktingarmonnum at ganga serliga nógv í haganum, og á bygd munnu fleiri ? helst børn ? gleða seg til at fáa smálomb í garðin.

Tað verða altíð fleiri lomb tikin heim til hús at verða ansað, og mong heimalombini dreivast um føturnar á stórum smádreingjum og ?gentum.

Tað er Malan Rasmussen, sum hevur tikið myndina av lambinum og mammuni.