Í kvøld verður seinasta hondin løgd á fyrireikingarnar til ovastevnuna 2014.
Tað verður ikki fyrr enn í morgin, at sjálvt stevnuøkið verður stikað av. Men so gott sum allar aðrar fyrireikingarnar eru nú fingnar frá hondini.
Tjøldini, bæði tað stóra til dansin á Mýruni (myndin) og hugnatjaldið á keiini hava longu staðið uppi í nakrar dagar, og aðrir básar og sølustøð eru somuleiðis til reiðar til ovastsevnuna.
Eisini kabarettin, sum longu fer í gongd í kvøld, er um at leggja seinastu hond á verkið.
Tað verður eisini nakað serligt at gleða seg til í ár, tí fyri fyrstu ferð í mong, mong ár fer Rás2 at senda frá ovastevnuni. Tað hendir í morgin, tá sent verður millum 15 og 18.
So er bert at vóna, at veðrið fer at halda sær.