So er klárt til ókeypis Fish and Chips í heimsklassa

Alla vikuna hava fyrireikingar verið í sambandi við Sjómannadagin, og JFK hevur havt fleiri fólk í arbeiði í sambandi við uppseting av básinum til ókeypis Fish and Chips í heimsklassa.

Frá vinstru: Craig Lewis og Charlie Collins.

Tað skrivar FJK í tíðindaskrivi. Jógvan Hansen frá JFK upplýsir, at aftur í ár er útvegað onkur nýggj maskina, soleiðis at tað fer at stytta um bíðitíðina hjá fólki.

 

Eins og undanfarin ár eru tað royndir Fish and Chips kokkar úr Onglandi, sum vitja í Klaksvík á Sjómannadegnum.

 

Fyri 6. ferð er Craig Lewis við á Sjómannadegnum, og hann sigur í stuttari viðmerking, at hann hevur saknað henda árliga túrin til Føroyar og Klaksvíkar, nú Sjómannadagurin hevur verið avlýstur, men hann er til reiðar at borðreiða upp ímóti 10.000 portiónum til vitjandi leygardagin.

 

Um Cavin Lewis kann annars upplýsast, at hann í 2020 var við til at vinna heiðurin sum besta Fish and Chips shop í Onglandi. Hetta var saman við beiggja sínum Cavin Lewis, sum tíanverri ikki kundi koma til Klaksvíkar í ár. Craig býr og arbeiðir í London.

 

Men í ár er eisini ein nýggjur kokkur við í Klaksvík, Charlie Collins. Hesin vann í 2020 Drywite Young Fish Frier of the Year Competition, sum var hildin í sambandi við National Fish & Chip Awards í 2020. Charlie Collins er 26 ár, og býr í Lecester, har hann hevur tvær Fish and Chips shoppir.

 

Hanus Hansen, stjóri í JFK, sigur, at byrjað verður klokkan 13 leygardagin, og eins og undanfarin ár verður hildið á til ikki fleiri fólk eru á økinum.

 

Byrjað verður annars tíðliga leygarmorgunin at gera portiónir, sum verða latin til sjúkrahúsið, røktarheim og onnur heim í Klaksvík.

 

##med2##

 

Frá vinstru: Craig Lewis og Charlie Collins.

Frá vinstru: Craig Lewis og Charlie Collins.