So er klárt til flogbóltsfinalur

So eru bara fýra dystir eftir av landskappingini í flogbólti. Kapprenningin um gullið verður avgjørd í tveimum dystum millum nr. 1 og 2 eftir at sjálv landskappingin er liðug, og fyrru finaludystirnir verða í morgin skírisdag 13. april í høllini á Hálsi í Havn.

 

Fyrri finaludysturin í morgin er ímillum somu lið, sum vóru í steypafinaluni í februar. Talan er um Fleyr og SÍ. Hjá Fleyr hevur finaluplássið verið rættiliga trygt leingi, men hjá SÍ stóð nógv á ímóti ÍF, tá ið liðini hittust í Sørvági í seinasta og avgerandi dystinum, sum var leygardagin. Innanhýsis hava liðini hetta kappingarárið skiftst um at vinna, so finalan er púra opin.

 

Meistaradeild menn: Fleyr – SÍ høllin á Hálsi skírisdag 13. apríl kl. 14.00

 

So er spurningurin, um KÍF fer at skriva søgu. Tær høvdu møguleikan í steypafinaluni, men tað gekk ikki hjá KÍF at vinna fyrstu heilt stóru kapping í søgu felagsins. Nú er so møguleikin aftur, men hinumegin netið stendur Dráttur, sum hetta kappingarárið hevur staðið seg ómetaliga væl, og sum misti føroyameistaraskapin í 2016 í allar evstu løtu. Tær eru svangar!

 

Fortreytirnar fyri søguligari finalu eru til staðar og høllin á klár til stóra brakið.

 

Meistaradeild kvinnur: Dráttur – KÍF høllin á Hálsi skírisdag 13. apríl kl. 17.00