So er klárt til HM

Mikukvøldið vórðu seinastu nøvnini funnin á fótbóltstjóðum, sum fara at vera við í lutakastinum í Leipzig fríggjadagin 9. desember. Millum tey 32 londini eru seks, sum ongan tíð áður hava roynt seg í HM-endaspælinum

HM-endaspælið

Fríggjadagin 9. desember fer lutakast at vera í Leipzig í Týsklandi um, hvussu teir 32 luttakararnir í HM endaspælinum næsta summar skulu setast saman í átta innleiðandi bólkar. Tá fer eisini at verða greitt, hvat mótstøðuliðið fer at verða hjá týsku vertunum í fyrsta dystinum, sum er settur at vera 9. juni. Finalan verður í Berlin 9. juli.
Mikukvøldið varð navn sett á síðstu luttakararnar. Undan undankappingini var tað greitt, at Týskland fór at luttaka. Týskland verður við, tí týskarar fara at hýsa endaspælinum. Í øllum undanfarnu HM endaspølunum hevur heimsmeistarin frá undanfarnu kappingini verið sjálvskrivaður luttakari. Heimsmeistarin hevur ikki luttikið í undankappingunum.
Soleiðis hevur tað ikki verið hesa ferð. Men Brasilia, sum var best í endaspælinum, sum í 2002 var í Japan og Suðurkorea, hevur spælt seg í endaspælið í Týsklandi.
Seks av teimum 32, sum fara at luttaka í HM endaspælinum í Týsklandi næsta summar, hava ikki áður verið við í endaspølum. Talan er um Ukreina, Trinidad/Tobago, Togo, Fílabeinsstrondin, Angola og Ghana.
Australia fer at taka lut fyri aðru ferð. Fyrra ferðin, at Australia royndi seg í HM endaspæli, var í 1974, tá ið kappingin var í Vesturtýsklandi.

Sveis tapti - menn vann
Sæð við føroyskum eygum var kanska serliga spennandi at vita, hvussu leikur fór, tá Sveis vitjaði í Turkalandi. Sveis, sum var í okkara undankappingarbólki, hevði enn til góðar at tapa dyst í undankappingini, og við einum 2-0 sigri á heimavølli skaptu teir sær eitt framúr útgangsstøði undan trupla dystinum í Istanbul.
Og eftir bara einum minutti stóð uppaftur betur til hjá alpulandinum. Alexander Frei, sum føroyska landsliðið neyvan gloymir í bræði, fekk mest sum alt fyri eitt møguleikan av brotsteigarblettinum, og hann var ósvikaliga tryggum úr ellivu metrum.
Men turkar góvust tó ikki. Seinastu 89 minuttirnar gjørdist talan um eitt langt álop, og spenningurin gjørdist eisini øgiligur. Eftir 52 minuttum hevði Turkaland vunnið seg upp á 3-1, og so skuldi bara eitt mál til, áðrenn teir vóru á odda. Sveis minkaði tó aftur um munin, men tá Sanli í seinasta minuttinum av vanligu leiktíðini økti til 4-2, gjørdist talan um eina seinastu desperatu roynd. Tveir minuttir vóru farnir av yvirtíðini, tá turkar fingu gyltan møguleika við frísparki úr 18 metrum, men skotið brast í manngarðin, og nærri enn tí sama komu turkar ikki. Teir vunnu dystin, men tað vóru spælararnir hjá Sveis, sum fegnaðust, tá dysturin var av.
Aðrastaðni í Europa eydnaðist sum væntað Spania og Kekkia at koma víðari. Spania hevði trivaliga 5-1 leiðslu at dúva uppá, og tí var 1-1 á útivølli móti Slovakia ríkiligt hjá teimum. Kekkia vann í Noreg 1-0 leygardagin, og mikukvøldið var úrslitið aftur tað sama - hesa ferð við Rosicky sum málskjútta.

Teir 32 luttakararnir, sum fríggjadagin 9. desember skulu flokkast í átta bólkar, eru hesir:
Europa: Týskland (vertur), Ukreina, Holland, Ongland, Pólland, Kroatia, Italia, Portugal, Svøríki, Serbia/Montenegro, Frakland, Sveis, Kekkia og Spania.
Suðuramerika: Argentina, Brasilia, Ecuador og Paraguay.
Asia: Japan, Saudi-Arabia, Iran og Suðurkorea.
Norður- og Millumamerika: USA, Meksiko, Costa Rica og Trinidad/Tobago.
Afrika: Angola, Togo, Fílabeinsstrondin, Ghana og Tunesia.
Oceania: Australia.