So er klárt í Neshaga

Umhvørvisstovan hevur nú umhvørvisgóðkent tær tríggjar vindmyllurnar, sum skulu setast upp í Neshaga, sunnast í Eysturoynni.

Umhvørvisgóðkenningin setir serliga treytir til teir ampar, sum kunnu væntast at vera av vindmyllunum. Hesir eru – umframt tað, at tær eru sjónligar í umhvørvinum - óljóð, skuggakast og endurskin.

Elfelagið SEV hevur gjørt eina umhvørvisárinsmeting fyri virksemið, sum millum annað viðgerð hesar ampar. Sambært umhvørvisárinsmetingini kann skuggakast koma fyri í Æðuvík, tá ið sólin stendur lágt í november, desember og januar.

Umhvørvisstovan hevur sett treyt um, at virksemið í minst møguligan mun skal elva til ampa av endurskini og skuggakasti, og 10 tímar er sett sum markvirði fyri, hvussu nógvar tímar skuggakast kann vera um árið. Er skuggakast í meira enn 10 tímar, má myllan steðgast, tá líkindi eru fyri skuggakasti, so markvirði kann haldast.

Nakað av óljóði kemur sjálvandi frá vindmyllunum tá tær eru virknar, og økist óljóðið við vindferðini. Tó er tað so, at ljóð frá vindinum sjálvum økist enn meira og ofta hoyrist ein vindmylla best tá vindmegin er 4 – 8 m/s.

Markvirði verða sett fyri, hvussu nógv óljóð kann koma frá vindmyllunum við bústaðir og stovnar í og uttan fyri bústaðarøki tá vindmegin er 6 m/s og 8 m/s.

Mynd: Vindmyllurnar í Neshaga síggjast – og hoyrast! – eisini úr Æðuvík