Nógvir spentir ungdómar vóru savnaðir í Klingruni hjá Føroya Tele leygardagin, har ársins uppgáva til First Lego League var kunngjørd.
Tað var stjórin í Føroya Tele International, Tróndur Djurhuus, ið bjóðaði øllum at vera vælkomin, og greiddi hann eisini frá, hví altjóða deildin hjá Føroya Tele hevur valt at stuðla Føroyar First Lego League.
- Hetta er eitt øgiliga gott tiltak, og filosofiskt passar tað sera væl við hugsjónirnar hjá Føroya Tele International, segði Tróndur Djurhuus millum annað. Hann vísti eisini á førleikarnar, ið vera kravdir, tá nýggir marknaðir skulu finnast.
- Tá er brúk fyri nýskapan, íverksetaraanda og tað at duga at stýra eini verkætlan. Alt hetta hevur First Lego League, og tí er tað vit stuðla tí, segði Tróndur Djurhuus, stjóri í Føroya Tele International.
Hesum var Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í Vinnumálum, eisini inni á, tá vit fingu orðið á hann á Føroya Tele. Hann hevur játtað at vera dómari til finaluna, sum verður í 11. november í Klingruni hjá Føroya Tele.
- Um vit hugsa um vinnupolitisku arbeiði sum verður gjørt og eisini Visjón 2015, so er hetta fult í trá við tað. Eisini gleðir tað meg, at politiski myndugleikin sleppur at vera partur av hesum, og tí havi eg játtað at vera dómari til finaluna, segði Bjarni Djurholm.
Uppgávan
Tað hevur longi verið kent, at ársins uppgáva fór at snúgva seg um nanotøkni. Leygardagin var so kunngjørt, at teoretiski parturin av uppgávuni er soljóðandi:
- Vel ein kendan ella møguligan nýstluhátt av nanotøkni
- Varpa ljós á eina møguliga loysn
- Samstarva við onnur um tína ætlan
Undir hesum eru so sjálvandi fleiri partsevni og uppgávur, sum næmingarnir skulu loysa.
Nanotøkni
Orsøkin til, at nanotøkni er ársins evni í First Lego League, er, at nanotøkni er eitt tað størsta satsingarøkið innan fyri náttúruvísind í løtuni. Nanotøkni fer at hava stóra ávirkan á nógv ymisk øki í samfelagnum, líka frá heilivági og teldutøkni og til umhvørvið.
Nanoheimurin er 100.000 ferðir minni enn støddin á einum hári, og tað merkir, at tey, ið arbeiða við nanotøkni, flyta runt við atomum og molekylum og gera nýggjar uppdagingar, ið kunnu vera avgerandi fyri heilu-, umhvørvis- ella eitt hvørt annað øki.