Manshondbóltur
Tað hevur leingi verið mest sum greitt, men nú er tað staðfest. Talan verður um sannan finaludyst, tá strandingar tann 12. apríl vitja í Vestmanna. Undan dystinum hjá StÍF var framvegis ein teoretiskur møguleiki fyri, at Kyndil onkursvegna kundi blanda seg í gullstríðið, men eftir sigurin á Tjaldri er hesin møguleikin nú útihýstur.
Sum skilst, so var ongan tíð nakar serliga ivi um, hvønn vegin tað skuldi fara á Kambsdali, har dysturin mikukvøldið varð leiktur. Til tess vóru strandingarnir alt ov vaknir frá dystarbyrjan, og tá Tjaldur meira ella minni er farið í summarfrí, gjørdist talan ongan tíð um nakran spennandi dyst.
Tíverri hevur tað ikki eydnast okkum at fáa hendur á hagtølunum fyri dystin.