Oddamaðurin í Besta flokkinum, Jón Gnarr, varð í gjár formliga valdur til borgarstjóra í Reykjavík, og stutt eftir handaði fráfarni borgarstjórin, Hanna Birna Kristjánsdóttur, honum lyklarnar til borgarstjóraskrivstovuna.
Í síni fyrstu røðu sum borgarstjóri segði Jón Gnarr, at tey flestu eru ímóti at royna nakað nýtt og vilja heldur halda seg til tað gamla. Men soleiðis er Besti flokkurin ikki.
Hann segði, at eingin nýtist at stúra fyri Besta flokkinum, tí hann er tann besti.
Nývaldi borgarstjórin endaði røðuna við at endurgeva The Beatles við orðunum ?All you need is love, love is all you need?.