Sambært enska Daily Mail er Louis Van Gaal uppsagdur sum venjari í Manchester United.
Leysasøgurnar hava gingið í langa tí,ð og í gjár bóru enskir miðlar tíðindi um, at Louis van Gaal hevði sagt við enskar miðlar, at nú er liðugt.
Í morgun møtti hann so á skrivstovuni hjá Manchester United við sakførara sínum, og fyri løtu síðani skrivaði enska Daily Mail, at hann og restin av hollendska venjaratoyminum er uppsagt.
Hóast hann er fyrsti venjari, sum megnar at føra Manchester United til ein steypasigur síðani David Moyes vann Charity Shield í sínum fyrsta dysti sum venjari, so hevur stór ónøgd verið við hann millum viðhaldsfólk, orsaka av slaku úslitinum og vánaliga spælinum í landskappingini.
Vónirnar vóru annars góðar, tá hann bleiv settur undan kappingarársbyrjan í 2014, men tíðliga byrjaðu viðhaldsfólk at venda sær móti honum, tí hvørki úrslit ella spæl vóru nøktandi. Nú hevur leiðslan eftir øllum at døma eisini fingið nokk.
Tað er eingin loyna, at José Mourinho er stórfavorittur at taka yvir. Væntandi verða samrøður millum partarnar í morgin og verður portugisiski venjarin kunngjørdur seinni í vikuni.