So er gullfuglurin flogin

Í HB varð alla tíðina roknað við, at Jón Rói skuldi til Brøndby, og hóast missin av einum týðandi leikara, so eru bert positivar meldingar at hoyra

Frágongd

Hóast Jón Rói Jacobsen sjálvur heldur, at talan var um ógvuliga drúgva bíðitíð, so var leiðslan í HB ongan tíð í stórvegis iva um, at talan fór at gerast um handil av onkrum slag við Brøndby.
- Vit høvdu alla tíðina ein sera positivan dialog við Brøndby, og tí høvdu vit alla tíðina eina góða kenslu. Um jóltíðir ella har á leið kom kanska eitt sindur av einum steðgi í, men sjálvur var eg alla tíðina sannførdur um, at hetta mundi fara at ganga, og tað sama haldi eg eisini var galdandi, fyri hini í leiðslu felagsins, sigur Birgir Enghamar. Formaður í HB.
- Ikki minst seinastu tíðina hava vit verið heilt róligir í so máta. Talan var bert um einstakar smálutir, sum skuldu rættast til, men vit vildu tó ikki melda nakað út, fyrr enn alt var komið í rættlag.

Lágan profil
Einki er at ivast í, at gitingarnar og søgurnar hava verið nógvar seinastu tíðina. Onkur um at avtala longu var gjørd, og aðrar um at einki hendi kortini, men hetta hevur formaður felagsins sum so onga viðmerking til.
- Tað er so ikki nakað, sum vit fáa gjørt stórvegis við. Aloftast verður roynt at frætta ymiskt, og bløðini skulu jú eisini seljast, men vit hava fyri tað mesta roynt at hildið lágan profil, og so lata onnur um at gita. Hetta var jú ein handil, sum vit øll vildu hava skuldi ganga væl. Vit vildu á ongan hátt standa í vegin fyri Jón Róa, og tí var týdningarmikið, at alt gekk rætt fyri seg.
Og tað letur eisini til, at formaðurin heldur lágan profil, tá tosað verður um, hvørt talan er um ein handil, sum felagið fær milliónir í kassan av.
- Har hava vit eina greiða avtalu um, at hetta er eitt mál millum okkum og Brøndby. Eg kann tó gott siga so mikið sum tað, at vit halda talan er um eina góða avtalu fyri allar partar. Ikki minst soleiðis sum marknaðurin er háttaður í løtuni.
Hóast eingin fæst at váttað, akkurát hvussu avtalan er sett saman, so er lítið at ivast í, at talan er um leigusáttmála við eini frammanundan avtalaðari upphædd um sølupening, um talan verður um handil í summar. Brøndby hevur júst gjørt líknandi avtalu um Peter Madsen, har felagið hevur møguleika at fáa 15 mió.kr. í illa sperda kassan um hálvt ár, og er ein møguligur handil helst treytaður av, hvussu hetta spælir av, ella um aðrir leikarar møguliga verða seldir til ta tíð.