Nógv av teimum, sum vóru komin til hátíðarhaldið, vildu sleppa at royna tvíkiljuna, og tí vórðu eisini nakrir túrar gjørdir, har In.fo fekk høvi at vera við á fyrsta túri. Myndir: Álvur Haraldsen

So er Grønarók latin Bakkafrost

Fyrrapartin í dag var hátíðarhald á skipasmiðjuni Mest í Havn, har fyrsti føroyski el-rikni alibáturin – Grønarók – formelt varð latin Bakkafrost á Glyvrum. 

 

Nógv av teimum, sum vóru komin til hátíðarhaldið, vildu sleppa at royna tvíkiljuna, og tí vórðu eisini nakrir túrar gjørdir, har In.fo fekk høvi at vera við á fyrsta túri. Myndir: Álvur Haraldsen

Tað vóru stjórin í Mest, Mouritz Mohr og stjórin í Bakkafrost, Regin Jacobsen, sum undirskrivaðu avhendingarskjalið.

Tá skjalið varð undirskrivað, fekk Regin Jacobsen lyklarnar til el-riknu tvíkiljuna.  

Nógv fólk var møtt til hátíðarløtuna, og her vórðu fleiri røður hildnar, sum vit fara at venda aftur til. 

Røðarar vóru Regin Jacobsen, Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Kári Mortensen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV og Mouritz Mohr, stjóri. 

Eftir røður og góðynski, varð bjóðað til ábit, og síðan fingu fólk, sum vóru til hátíðarhaldið, høvi at sleppa ein túr við nýggju tvíkiljuni, har siglt varð suður á Gulan, har Bakkafrost hevur aling og heimaftur. 

Umborð í Grønurók hoyrdist eingin motor, tí tvíkiljan er 100 prosent el-rikin, og her er einki útstoyt og eingin roykur. 

Nógv av teimum, sum vóru komin til hátíðarhaldið, vildu sleppa at royna tvíkiljuna, og tí vórðu eisini nakrir túrar gjørdir, har vit fingu høvi at vera við á fyrsta túri. 

 

##med2##

Áðrenn loyst varð greiddi Mouritz Mohr frá bjargingarútgerðini, sum er í tvíkiljuni. Her eru bæði bjargingarvestar, eins og tvíkiljan eisini hevur tveir stórar bjargingarbátar. 

- Kemur eldur í, sum tað sjálvandi ikki ger á túrinum, ræður um at koma í bjargingarvestarnar og síðan av bátinum, segði skipasmiðjustjórin við einum brosi.

Nýggja el-rikna tvíkiljan er eitt nýbrot innan føroyskt skipasmíð, og verkætlan er eitt týdningarmikið íkast til grøna orkuskiftið á maritima økinum. 

Dentur hevur verið lagdur á, at alibáturin í mest møguliga mun verður løddur við grønari orku, og tí fer báturin oftast at verða løddur um náttina, tá grøn avlopsorka er tøk á el-netinum hjá SEV.

 

##med3##

Tvíkiljan Grønarók er 15,42 metrar long og sjey metrar breið. Kranin á dekkinum er ein Melcal 50 Tm, sum Mest umboðar, og deksspælið er framleitt á skipasmiðjuni. Drívmegin er eitt stórt battarí, sum vigar meira enn seks tons.

Tað var á sumri í 2020, at Regin Jacobsen, stjóri hjá Bakkafrost, og Kaj Leo Holm Johannessen, landsstýrismaður fyri Norðurlendskt Samstarv, skrivaðu undir ætlanaravtalu um bygging av einum grønum alibáti. 

 

##med4##

 

Verkætlanin er partur av orkuverkætlan hjá Nordisk Ministerråd, sum hevur til endamáls at finna mátar at gagnnýta burðardygga orku meira effektivt, so fjarskotin øki, ið ikki hava atgongd til streymkervið á evropeiska meginlandinum, kunnu brúka orkuna, tey sjálv framleiða - so væl og burðardygt sum gjørligt. 

Verkætlanin varð boðin út, og tað var skipasmiðjan Mest, sum átti besta uppskotið, og nú er grøni alibáturin so avhendaður til Bakkafrost á hátíðarløtu í dag.

 

##med5##

 

Nógv av teimum, sum vóru komin til hátíðarhaldið, vildu sleppa at royna tvíkiljuna, og tí vórðu eisini nakrir túrar gjørdir, har In.fo fekk høvi at vera við á fyrsta túri. Myndir: Álvur Haraldsen