Í dag hevur Eiðis Camping boðað frá, at fullteknað er til sølutreffið, sum verður á kampingplássinum á Mølini á Eiði vikuskifitð, 22.-24. juni.
Umframt, at her verður eitt breitt úrval av ymiskari kampingútgerð, sum verður víst fram á sølutreffinum leygardagin frá klokkan 11 til 16, verður eisini høvi at hava loppumarknað við kampingvognarnar.
Leygarkvøldið verður suppa, og tá verða pylsuhorn til børnini. Sámal Ravnsfjall fer eisini at spæla á hugnaliga loftinum í gamla EB-húsinum leygarkvøldið frá klokkan 21.30.
Hjá Eiðis Camping siga tey, at meira verður at frætta um sølutreffið og tiltakið á Eiði annars teir næstu dagarnar.