Tríggir serfrøðingar, sum ES sendi til Rumenia fyrr í vikuni at kanna illgruna um fuglakrím, boðaðu í gjár frá, at teir høvdu staðfest ta herviligu sjúkuna hjá einum høsnarunga og einari dunnu á einum garði tætt við Donau-ósan.
So seint sum mikudagin boðaði ES annars frá, at talan var ikki um fuglakrím, men teir rumensku myndugleikarnir gjørdu kortini av at beina fyri fleiri túsund fuglum í bygdini Ceamurlia de Jos.
Serfrøðingar siga tað vera óheppið, at fuglakrímið er staðfest í Donau-ósanum, tí nógvir flytifuglar steðga á júst har. Tí er smittuvandin størri, enn hann annars hevði verið.
Fuglakrím hevur kravt 69 mannalív í Asia higartil í ár, og serfrøðingar hjá heimsheilsustovninum WHO bera ótta fyri, at virusið kann broytast, so tað smittar ímillum fólk. Hendir tað, kann sjúkan breiða seg um allan heimin, siga teir.










