So er FM á skránni

Eftir at Svangaskarð mikukvøldið skuldi vera karmur um fótbóltslandsdyst, verður tað FM í frælsum ítrótti, sum stendur fyri tørni

Frælsur ítróttur

FM-kappingin, sum er fyri vaksin, verður hildin sunnudagin, og verður farið undir fyrstu kappingarnar kl. 13.15.
Kappast verður í renning yvir 100, 400, 800 og 5000 metrar, og hartil verður eisini kappast í longdarlopi, trístøkki og kúluvarpi hjá bæði monnum og kvinnum.
Fyri at taka lut krevst, at tú ert limur í einum av teimum fýra feløgunum, sum hava frælsan ítrótt á skránni. Tað ber tó eisini til at tekna seg sum lim í einum av hesum feløgunum, tá tilmeldingin fer fram.
Á heimasiðuni, www.athletics.fo, verður sagt, at tilmelding eigur at fara fram í seinasta lagi leygarkvøldið. Kappingardagin er bert møguleiki at tekna seg til luttøku, um so er, at hetta ikki órógvar skránna, sum tá longu er løgd.
Tey trý fremstuu í hvørjari kappingargrein fáa heiðursmerki, og er tað í samstarvi við MBM, at hetta verður gjørt.
Annars verður eisini kappast í frælsum ítrótti leygardagin., Tá verður kapping á kastibreytini við Eysturskúlan í Havn. Á skránni eru tá FM í kasti í fimm-dysti og FM í vektkasti. Tilmeldingin til ta kappingina fer fram á staðnum beint undan kappingini.