So er fenaður aftur í Vallalíð

Ein partur av fenaðinum, sum herfyri varð fluttur úr Vallalíð, er nú komin heimaftur.

Ein partur av fenaðinum, sum herfyri varð fluttur úr Vallalíð, er nú komin heimaftur. Hetta er hent, eftir at avgerð er tikin um, at ein partur av fenaðinum, sum var í umhvørvinum kring Heimið við Vallalíð, skuldi flytast heimaftur.

 

Tað var eitt kvøldið fyri eini tíð síðan, at bilur við umleið 60-70 fuglum - hønum, dunnum og gæs av ymiskum sløgum - fór umborð á Teistan á Gomlurætt og í Sandoynna, tí nú skuldi allur fenaðurin í Vallalíð takast av.

 

Nú eru so nakrar dunnur, nøkur høsn og nakrar bramgæs fluttar úr Sandoynni aftur í umhvørvið kring Heimið við Vallalíð, sum er bústovnur fyri minnisveik.

 

At hetta er til mikla gleði fyri búfólk, starvsfólk og fólk í grannalagnum man lítið vera at ivast í, tí reaktiónirnar vóru nógvar á heimasíðum og í sosialu miðlunum, tá fenaðurin var burtur.