Endiliga!
Tað munnu tey flestu havnarfólkini siga, nú sólin endiliga vann á mjørkanum, sum hevur ligið tungur yvir høvuðsstaðnum.
Hesar seinastu nógvu dagarnar hava fólk kring landið kunna notið sólina dag eftir dag, meðan Havnin hevur ligið væl innpakkað í mjørka.
Nógv eru tey, sum hava latið seg í summarklæði, hava fylt sær bilin og eru farin at leita eftir sólini.
Ikki hevur verið neyðugt hjá borgarunum í høvuðsstaðnum at fara so langt, tí longu í Kollafirði hava tær fyrstu strálurnar verið at sæð, og er farið norður til Leynar, ja, so hevur verið bakandi sól.
Men í dag kunnu sjálvt havnarfólk venda heimaftur vitandi, at nú skínur sólin eisini í høvuðsstaðnum. Sum myndirnar vísa, er Nólsoyggin komin undan aftur og eisini sæst Eysturoyggin úr Havn.
Spurningurin er so, hvussu leingi sólin sleppur at skína í Havn á hesum sinni. Sambært veðurforsøgnini hjá norsku veðurtænastuni www.yr.no, verður tað bara í dag. Men tað má tíðin sleppa at vísa.









