Franski filmleikarinn Gerard Depardieu var í gjár í Russlandi, har hann fekk russiskan ríkisborgaraskap og slapp at tosa við Vladimir Putin, forseta.
Talsmaðurin hjá forsetanum sigur, at Putin og Depardieu hittust í býnum Sochi við Svartahavið, har forsetin hevur verið teir seinastu dagarnar. Sum skilst var hetta ein stuttur fundur.
Depardieu flutti herfyri úr Fraklandi til Belgia og boðaði frá, at hann ætlaði at siga franska ríkisborgararættin frá sær fyri at mótmæla ætlanini hjá stjórnini í París at krevja 75 prosent í skatti frá fólki við serliga stórari inntøku.
Inntøkuskatturin í Russlandi er 13 prosent.